Lóg

Nes Sóknar Handverkarafelags

 

§ 1.

Navn felagsins er Nes Sóknar Handverkarafelag


§ 2.

Endamál felagsins er at tryggja limirnar og stuðla teimum í øllum viðurskiftum - fíggjarligum og mentanarligum.

§ 3. Limaskapur

Rætt til at gerast limur hevur hvør føroyingur, ið á niðanfyri nevnda hátt kann prógva, at hann er handverkari, serarbeiðari ella lærlingur:

  1. Hevur fingið sveinaprógv ella fingið lærubræv.
  2. Er undir reglugerð fyri serarbeiðarar undir Føroya Handverkarafelag.
  3. Lærlingar innan handverksyrki.

§ 4. Innliman

Við innliman skal verða greitt frá fylgjandi: Yrki, fullum navni, føðingarstaði, ári og degi.

Limingargjaldi er 1,75% ella tað til eina og hvørja tíð galdandi gjald, ið verður ásett á aðalfundi/eykaaðalfundi­.

§ 5.

Um arbeiðsloysi ikki er, ella er í vænti, kann hvør útlendingur, sum starvast innan handverksøkið, og sum annars fylgir teim treytum, ið felagið áleggur, gerast limur.
Fyri útlendingar eru hesar reglur galdandi:
Felagspappír ella sveinabræv teirra frá útlandinum eiga at vera í lagi.

 

§ 6. Útliman

Um limur ætlar sær burtur at arbeiða, skal vera sagt frá, so hann kann vera skrásettur sum hvílandi limur.

§ 7. Limarættindi

Hvør limur, ið fylgir teim treytum, henda lóg ásetir, og annars ikki mótarbeiðir felagnum, hevur eisini øll tey rættindi, henda lóg gevur, t.d. talurætt, atkvøðurætt og skaða / sjúkrapengar.

§ 8.

Hvør einstøk arbeiðsgrein hevur rætt til at velja eina 3 mannanevnd at umboða seg. Um onkur grein ikki nýtir henda rætt, kann felagsnevndin útnevna 3 umboð úr hesi grein, um átroðkandi grund er fyri tí. Hesar 3 mannanevndir eru tó bert ráðgevandi.

§ 9. Limaskyldur

Limur skal fylgja øllum lógum, reglum og sáttmálum felagsins. Hann má ikki arbeiða saman við óskipaðum handverkara ella saman við handverkara, ið er skipaður í felagsskapi, sum ikki er góðkendur av felagnum. Hann skal halda uppat at arbeiða, tá ið felagsstjórnin krevur tað.

§ 10.

Brýtur limur lóg, reglur ella sáttmálar hjá felagnum, skal felagsstjórnin taka sær av hesum í fyrstu syftu.

§ 11.

Kann limur ávísa sjúku ella annað forfall, skal verða sagt frá til stjórnina. Er hon ikki før fyri at greiða spurningin, skal felagsfundur taka støðu.

§ 12.

Verður limur koyrdur úr felagnum, kann hann ikki verða uppafturtikin, uttan at stjórnin er samd um hetta ella játtan frá aðal- ella eykaaðalfundi.

§ 13. Stjórnin.

Í stjórnini eru 5 limir, formaður, næstformaður, og tríggir nevndarlimir.
Formaðurin verður valdur við seðla atkvøðu og skal bert eitt navn á handverkara á hvønn seðil.
Síðan verða valdir fýra stjórnarlimir við seðla atkvøðu, og skulu fýra nøvn á handverkarum á hvønn seðil.
Tiltaksmenn verða tveir teir, ið næstir eru í atkvøðutali. Síðan skipar stjórnin seg.
Aðalfundurin velur ein grannskoðara.
Stjórnin setir kassameistara / skrivara.

§ 14.

Formaðurin hevur ábyrgd fyri, hvussu stjórnin arbeiðir. Hann boðar til stjórnarfund, tá ið hann heldur tað verða neyðugt, tó í minsta lagi tvær ferðir um árið, ella tá ið 2 av stjórnarlimunum ynskja tað. Formaðurin stýrir stjórnarfundinum.

§15.

Næstformaðurin skal – tá ið formaðurin ikki kann vera hjástaddur -  taka sær av hansara arbeiði.

§ 16.

Skrivarin skal føra fundarfrágreiðing frá hvørjum fundi.
Fundarfrágreiðingin skal undirskrivast av fundarlutakarunum: formanni / næstformanni, nevndarlimum og skrivara.
Síðan skal skrivarin taka sær av øllum brævaskifti felagsins.

§ 17.

Brøvini skal formaðurin ella næstformaðurin undirskriva, og skrivarin seta sítt merki við.
Undan hvørjum aðalfundi skal hann skriva stutta og greiða lýsing av arbeiðnum í farna ári.

§ 18.

Kassameistarin skal føra roknskap felagsins og halda greitt skil á limunum. Hann skal røkja uppkrevjing  av limagjaldi, annaðhvørt sjálvur ella við bidnari hjálp. Hann skal gjalda allar rokningar, sum koma til felagið, og sum formaðurin hevur váttað.
Annars skulu øll peningaskjøl verða undirritað av formanninum og kassameistaranum í felag ella av tveimum stjórnarlimum í staðin fyri formannin.
Hann skal til ársaðalfundin gera upp roknskap felagsins, soleiðis at hann, eftir at vera grannskoðaður, kann liggja frammi á ársaðalfundi. 

§ 19.

Størri avgerðir í peningamálum kunnu ikki verða tiknar uttan fundarsamtykt. 

§ 20. Stjórnarval

Stjórnin verður vald á tann hátt, at 2 og 3 limir ganga út annað hvørt ár.
Nýggja stjórnin tekur við, tá ið aðalfundurin er at enda komin.

§ 21.

Roknskapsgrannskoðarar og møguligir álitismenn verða valdir á aðalfundi við vanligari meirilutaatkvøðu. 

§ 22. Ársaðalfundur

Aðalfundur verður hildin í fyrsta ársfjórðingi á hvørjum ári. Hann verður boðaður í útvarpinum ella bløðum. Er fundurin ikki viðtøkuførur, kann eykaaðalfundur vera hildin ein hálvan tíma aftaná.
Fundirnir skulu vera lýstir samstundis. 

§ 23. Føst mál á aðalfundarskránni eru:

 

  1. Val av orðstýrara.
  2. Frágreiðing frá farna ári.
  3. Roknskapur til góðkenningar.
  4. Lønásetan fyri álitisstørv.
  5. Val av formanni.
  6. Val av nevndarlimum og tveimum eykalimum.

7.   Val av  grannskoðara.
8.   Innkomin mál.
9.   Ymiskt.

§ 24.

Aðalfundurin kann við fundarsamtykt verða slitin fyri at halda fram seinri.

§ 25.

Aðalfundurin er gildugur, tá ið 3 stjórnarlimir og 8 felagslimir eru møttir. Eru ov fáir limir møttir, skal lýst verða til eykaaðalfund á sama hátt sum í § 22 Hesin fundur hevur í øllum førum fullan avgerðarrætt.
Aðalfundurin hevur rætt til at taka burtur, broyta og seta nýggjar lógir.

§ 26.

Uppskot til lógbroyting mugu vera innkomin í januar.

§ 27. Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur fylgir somu reglum sum aðalfundur, tó kann hann verða boðaður við styttri freist, men tá skulu limirnir, ið møttir eru, samtykkja vald hansara. Eykaaðalfundur kann broyta lóg.

§ 28.Vanligur fundur.

Felagsfundur til umrøðu av ymiskum spurningum skal verða hildin, tá ið stjórnin heldur tað vera neyðugt. Um limir tvørturímóti stjórnini halda tað vera neyðugt at hava fund, kann stjórnin ikki sýta, um skrivlig áheitan kemur undirskrivað av í minsta lagi 10 limum. Somu reglur galda viðvíkjandi eykaaðalfundi.  

§ 29.

Formaðurin setir fundin, síðan velur fundurin orðstýrara. Áðrenn farið verður undir sjálvt fundarevnið, skal skrivarin úr fundarbókini lesa upp tað, sum fram er farið frá og við seinasta felagsfundi.

§ 30.

Vanligur fundur hevur avgerðarrætt í øllum málum, sum ikki serstakliga eru løgd undir aðalfund ella eykaaðalfund.
Fundargongdin er vanlig eftir teirri skrá, sum kunngjørd er í fundarlýsingini.

§ 31.

Vanligur felagsfundur kann verða boðaður sama dag, sum hann verður hildin um kvøldið. Er tíðin knøpp, verður lýst í útvarpinum.

§ 32.

Á vanligum fundum ræður meirilutin í øllum avgerðum. 

§ 33. Uppskot á fundum.

Uppskot, sum koma fram á fundum, vanligum fundum, aðal- og eykaaðalfundum, skulu verða skrivað og bókførd. Eru broytingaruppskot, verða tey fyrst sett undir atkvøðu hvørt fyri seg, soleiðis at tað, ið flestar atkvøður fær, verður roknað sum samtykt. Um fundurin ynskir tað, kann atkvøðugreiðslan vera skrivlig. 

§ 34. Limagjald.

Limagjaldið er 1,75% av a-inntøku.
Broyting í limagjaldinum skal samtykkjast á aðalfundi ella eykaaðalfundi. 

§ 35. Álitismenn

Har sum fleiri enn 2 limir arbeiða saman, skulu teir kanna sær ein álitismann. Hesin álitismaður skal ansa eftir, at eingi viðurskifti á arbeiðsplássinum stríða móti galdandi lógum og sáttmálum hjá felagnum. 

§ 36. Arbeiðssteðgur – verkfall

Arbeiðssteðgur kann verða settur í gildi á einum ella á fleiri arbeiðsplássum, um orsøk er til tess.

§ 37.

Áðrenn arbeiðssteðgur verður settur í gildi, skal stjórnin gjølla kanna umstøðurnar. Vísa tær seg at vera sera álvarsamar, kann stjórnin av egnum ávum krevja, at arbeiðið verður steðgað uttan ávaring. Tó má vera boðað til eykaaðalfundar viðvíkjandi málinum, áðrenn 24 tímar eru lidnir frá, at arbeiðssteðgur er settur í gildi.

§ 38.

Áðrenn fullkomið verkfall verður sett í gildi, skal skrivlig atkvøða fara fram.
Í øllum førum skal minst 75% av teim møttu limunum greiða atkvøðu, og krevjast 75% av innkomnu atkvøðunum at vera fyri verkfalli, um tað skal verða framt. 

§ 39.Sjúkrapeningur

Sjúkrapeningur felagsins verður goldin av rakstrarkontoini.

 

Reglugerð fyri sjúkrapengar

Stk 1
a.
Rætturin til sjúkrapengar er treytaður av,  at viðkomandi er limur í Nes Sóknar Handverkarafelag og hevur seinastu 6 mánaðirnar, áðrenn skaði ella sjúka kom á, goldið limagjaldið til felagið. Umsókn um sjúkradagpening skal vera felagnum í hendi innan 3 mánaðir frá tí at man er blivin sjúkur.

b.
Veitingin vegna sjúku ella skaða er 20% av galdandi sáttmálaløn fyri vanliga arbeiðstíð frá og við 3. degi í mesta lagi upp til 3 mánaðir. Sjúkrapeningur verður bert veittur í 3 mánaðir í einum 12 mánaðir skeiði.
Læknaváttan, ið vísir, nær sjúkan ella skaðin var, skal fyriliggja.

c.
Um talan er um skaðatilburð, verður gingið eftir sáttmálanum millum Meistarafelagið og Handverkarafeløgini.

 

Stk 2

Rætturin til sjúkrapengar fellur burtur  í nevndu førum:

a.
Tá ið tann sjúki/skaddi kemur undir aðra trygging ella tryggingarlógina.

b.
Tá ið tann sjúki / skaddi sjálvur við viljað ella grovum gáloysni hevur voldað sær sjúkuna ella skaðan.

c.
Tá ið óðarbeiðsføri skildast drykkjuskap.

d.
Tá ið talan er um almennar frídagar.

e.
Ivamál avger nevndin í Nes Sóknar Handverkarafelag.

§ 40. Avtøka felagsins

Felagið kann bert takast av, tá ið hesar treytir verða fylgdar:

  1. Lýst má vera lógliga til eykaaðalfundar.
  2. Avtøka felagsins má vera tilskilað á fundarskánni.
  3. 2/3 av limum felagsins mugu vera á fundi.
  4. Av teim møttu limunum mugu ¾ greiða atkvøðu fyri avtøkuni. Eru ikki nóg nógvir limir møttir á fundi, kann verða boðað til eykaaðalfundar á øðrum sinni við somu dagsská, og er hesin fundurin tá altíð viðtøkuførur við ¾ av teimum møttu. Ikki mugu ganga meira enn 14 dagar frá hesum fyrra til tann seinra fundin. 

§ 41.

Verður samtykt at taka felagið av, verður 5 manna nevnd vald á hesum fundi, ið skal skipa fyri, at allur peningur felagsins verður settur í sparikassa ella banka til hægstu rentu, og at umsita møguligu ognir felagsins. Peningur og ognir, kunnu bert yvirtakast av einum felag, sum er stovnað við sama endamáli sum hetta felagið, ið soleiðis verður tikið av. Tílíkt nýtt felag skal tó í minsta lagi hava virkað í 5 ár og ikki hava færri enn 50 limir. Er slíkt felag ikki stovnað 10 ár aftaná, at hetta felagið er avtikið, falla ognir felagsins og peningur í grunn, sum verður fyriskipaður av eini av meginfelagnum valdari nevnd, ið fær um hendi eftir umstøðunum at nøra um ogn grunnsins og seta upp reglur um, hvussu rentuinntøka grunnsins skal nýtast og býtast. Hesar reglur eiga at miða í móti sama endamáli, sum avtikna felagið hevði.

Runavík tann 19. apríl 2012.

Henry Olsen, formaður    
Karl Magni Hammer, næstformaður
Thomas Johannessen, nevndarlimur  
Sámal Hansen, nevndarlimur    
Rasmus Magnussen, nevndarlimur