|
Vegna Føroya Handverkarafelag verður staðiliga mótmælt, at ALS útgjaldið lækkar, og at karensdagarnir vera settir inn aftur í skipanina. Broytingar eru neyðugar, men tó eru aðrir møguleikar, enn teir, ið ALS hevur á borðinum.
les meira her
04-11-2011: Yvirlýsing viðvíkjandi skatting av eftirlønargjøldum
Í samband við ætlanirnar hjá nýggju samgonguni at skatta pensjónsinngjaldingarnar hava 33 fakfeløg handa løgmanni skriv har tey harliga mótmæla hesi ætlan.
les skrivið her
18-09-2011: Avtala um formenn hjá Landsverk.
Nýggj avtala er gjørd millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna
øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin viðvíkjandi løn hjá formonnum hjá Landsverk. Avtalan er galdandi frá 1. septembur 2011.
les avtaluna her
08-05-2011: Handverkaraformaður afturvaldur
Føroya Handverkarafelag hevur havt aðalfund á 62°N í Vágum, og Henry Olsen úr Rituvík varð valdur aftur til formann næstu tvey árini.
Í trimum av teimum sjey økisfeløgunum hava stjórnarumboðini í meginfelagnum eisini staðið fyri vali, og á aðalfundinum var boðað frá, at S. Jákup Eliassen er afturvaldur fyri Fuglafjarðar Handverkarafelag, Poul Øregaard er afturvaldur fyri Norðstreymoyar Handverkarafelag, og Heini Heinesen er nýtt stjórnarumboð fyri Klaksvíkar Handverkarafelag.
Hini stjórnarumboðini eru Magnus á Stongunum, fyri AWU, sum er økisfelagið hjá flogmekanikarunum, Karl Magni Hammer, Nes Sóknar Handverkarafelag, Suni Simonsen, Vestmanna Handverkarafelag, og Poul Johannes Svabo, Vága Handverkarafelag.
Eftir aðalfundin skipaði stjórnin seg við næstformanni og starvsstjórn, ið saman við formanninum avgreiðir øll vanlig mál hjá Føroya Handverakarafelag. Starvsstjórnin heldur fram óbroytt, og í henni sita formaðurin Henry Olsen, Suni Simonsen, næstformaður, og Poul Øregaard.
10-12-2010: Faldari um samlagstrygging og eftirløn
Nú ber til at lesa um samlagstryggingina og eftirlønina á netinum her, ella við at trýsta á knappin á vinstra bjálka.
07-10-2010: Nýggjur sáttmáli undirskrivaður fyri handverkarar
Lønin hækkar 1. okt. 2010 við 1,8% frá 120.74 til 122,91 kr. og aftur 1. okt. 2011 við 1,81% til 125,13 pr tíma. Hesaferð var alt koyrt uppá lønina. Samstundis eru níggjar orðingar komnar, í sáttmálan sum gera hann greiðari greiðari fyri báðar partar.
les semjuna her
les sáttmálan her
07-10-2010: Flogmekanikarasáttmáli
Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag
og Føroya Handverkarafelag um flogmekanikarasáttmálan.
Teir fingu nakrar níggjar orðingar í sáttmálan + somu % sum høvussáttmálin.
les semjuna her
les sáttmálan her
11-09-2010: Vita ov lítið um arbeiðsmarknaðin
Í Føroyum vita vit alt ov lítið um arbeiðsmarknaðin, og tað er ein stórur trupulleiki, tí vita vit ov lítið um arbeiðsmarknaðin ber ov illa til at gera gjøgnumført og skipað arbeiði fyri at betra arbeiðsmarknaðin.
les meira her
26-06-2010: Lærlingar rætt til ferðastuðul
Við einum nýggjum dómi hevur Føroya rættur staðfest, at lærlingar hjá Føroya Handverkarafelag hava rætt til ferðastuðul.
les tíðindaskrivið her
22-05-2010: Støðisár í matvøruútbúgving byrjar í august í Klaksvík
Eftir summarfrítíðina verður farið undir nýggja støðisútbúgving innan matvøruøkið. Útbúgvingin verður skipað í samstarvi millum leiðslu og lærarar á Tekniska Skúla og á Sjómansskúlanum í Klaksvík.
les meira her
22-05-2010: Sveinaroynd hjá snikkarum
Sveinaroynd hjá snikkarum varð framd í hesi vikuni. Fimm lærlingar gjørdu sveinastykkið, sum var ein úthurð og eitt køksskáp.
Allir fimm stóðu royndina og kunnu, tá lærutíðin er liðug, kalla seg sveinar. Prógvhandanin var 12. mai og myndir kunnu síggjast við at trýsta her.
08-04-2010: Álitið um endurskoðanina av yrkisútbúgvingunum
Nevndin, ið hevur arbeitt við endurskoðan av yrkisútbúgvingum, er nú liðug við sítt arbeiði og hevur hósdagin 8.apríl handa landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø álit um endurskoðanina.

08-04-2010: Lønar- og skattgjaldingar metstórar higartil í ár
Fyrsti ársfjórðingurin í 2010 setir met, tá ið tað snýr seg um lønar- og skattgjaldingar. Fyrsta ársfjórðingin í ár vóru goldnar 1 mia. og 983 mió. kr. í lønum, arbeiðsloysisstuðli og ymsum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Hetta er 4,1% meira enn 1. ársfjórðing í fjør, og tað mesta, sum nakrantíð er útgoldið umvegis a-skattaskipanina ein 1. ársfjórðing.
les meira her
31-03-2010: Føroya Handverkarafelag havt aðalfund
Í vikuskiftinum hevur Føroya Handverkarafelag havt aðalfund á tekniska skúlanum í Klaksvík.
Á skránni var m.a. tað høga arbeiðsloysi og tann nýggja AMU lógin, ið tryggjar at føroyingar aftur kunnu luttaka á AMU-skeiðum í Danmark.
Báðir starvsnevndarlimirnir stóðu fyri vali, og vóru teir báðir afturvaldir
les meira her
31-03-2010: Ársaðalfundur hjá Maskinmeistarafelaginum
Maskinmeistarafelagið hevði ársaðalfund leygardagin tann 6. mars. Á skránni var m. a. nevndarval.
Fyri vali til nevndina stóðu Jóan Petur Patursson og Petur Egholm.
Jóan Petur Patursson varð afturvaldur. Petur Egholm tók ikki við afturvali og fyri hann varð valdur John Højsted.
Til tiltakslimir vórðu valdir Poul Henning Jacobsen og Eirikur Gunnarsson.
Nevndin í Maskinmeistarafelagnum er nú soleiðis skipað:
Páll Hansen er formaður
Regin Olsen er næstformaður
Jóan Petur Patursson, Ólavur Gunnarsson og John Højsted eru nevndarlimir.
20-03-2010: Nýggj arbeiðsskaðatryggingarlóg
Nýggj arbeiðsskaðatryggingarlóg er komin, ið skal trygga endurgjald til tann, ið kemur til skaða á arbeisplássinum.
Arbeiðsskaðatrygging skal teknast hjá P/F Tryggingarfelagnum Føroyar ella P/F Trygd.
les meira her
10-03-2010: Nes Sóknar Handverkarafelag havt ársaðalfund
Nes Sóknar Handverkarafelag hevði ársaðalfund týskvøldið 9. mars.
Skráin var eftir lógum felagsins, húsakeyp og veðseting av fastari ogn.
Møttir vóru 10 limir, so eykaaðalfundur skuldi til, fyri at fundurin kundi verða viðtøkuførur.
Formansval var á skránni, og var Henry Olsen afturvaldur til formann uttan mótvalevni. Eisini stóðu tveir nevndarlimir fyri vali: Karl Magni Hammer og Rasmus Magnussen. Báðir blivu afturvaldir.
Sum 1. eykalimur var Símun Pauli Johannesen valdur, og 2. eykalimur er Jørmund Juul.
10-03-2010: Fuglafjarðar Handverkarafelag havt ársaðalfund
Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund týskvøldið. Møttir vóru 10 limir, So eykaaðalfundur skuldi til, fyri at fundurin kundi vera viðtøkuførur.
3 nevndarlimir stóðu fyri vali. Atli Ryggshamar, Jann Fr. Hansen og Edmund Abrahamsen.
Edmund Abrahamsen ynskti ikki afturval, og í hansara stað var valdur í nevndina Petur við Gjónna. Hinir báðir vóru afturvaldir.
Sum 1. eykalimur var Áslakur Johannesen valdur, og 2. eykalimur er Jóhan Hansen.
03-03-2010: Ársaðalfundur hjá Nes Sóknar Handverkarafelag
Ársaðalfundur verður í hølum felagsins týsdagin tann 09.03.2010 kl. 19:00.
Skrá sambært lógum felagsins, og støðutakan til húsakeyp, lántøku og veðseting av fastogn.
Er fundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur, ein hálvan tíma aftaná.
24-02-2010: Limir fáa nú lokaupphædd
Føroya Handverkarafelag hevur samtykt at veita lokaupphædd til limirnar. Teir limir, ið hava rætt til lokaupphædd, fáa bræv um hetta frá Lív.
les meira her
16-02-2010: Búskaparliga ódnarveðrið munandi viknað
Samlaða vísitalið í føroyska konjunkturbarometrinum er -4 í nýggjastu konjunkturkanningini, sum varð gjørd í januar í ár. Konjunkturbarometrið er sostatt gingið nógv upp seinasta árið.
les meira her
16-02-2010: Meira enn 1.200 løntakarar færri í 2009
Í meira enn eitt ár hevur verði støðug afturgongd av løntakarum, samanborið við sama mánað árið fyri. Afturgongdin hevur verið størst í fiski- og byggivinnuni. Innan almenna fyrisiting og tænastu annars hevur gongdin tó verið øvugt, men nú eru eisini færri løntakarar innan hesa vinnugrein
les meira her
15-02-2010: 2010 Evropeiska árið fyri at niðurberja fátækradømi og sosialari útihýsan
Hóast Evropeiska Samveldið er eitt av ríkastu økjunum í heiminum, hava 17% av íbúgvunum ikki ráð at liva eitt sømiligt lív. Fátækradømi verður oftast sett í samband við menningarlond, har dagliga avbjóðingin er matur og reint vant, men í Evropa eru eisini hópurin av fólki, ið merkja fátækradømi og sosiala útihýsan.
les meira her
12-02-2010: Gerðarrætturin uppsagdur
Føroysku fakfeløgini hava í dag gjørt av at siga upp avtaluna um fastan gerðarrætt
les meira her
05-02-2010: Lønir og skattir góða byrjan í ár
Fíggjarmálaráðið er komið við nýggjari uppgerð yvur a-inntøku fyri januar 2010. Uppgerðin vísur á sera góð tøl hóast høgt arbeiðisloysi.
les meira her
05-02-2010: 21 fakfeløg fordøma og góðtaka ikki úrskurð
Niðurstøða frá fundi fakfelaganna millum tann 4. februar 2010:
les meira her
01-02-2010: Lærlingatilgongdin fyri 2009
Nýtt ivurlit er er komið fyri lærlingatilgongdina fyri 2009.
les meira her
28-01-2010: Blái Krossur fær nýtt høli
Eftir at hava hildið til á Runavíkar sjómannsheimi síðani 2005, flytir skrivstovan hjá Bláa Krossi í onnur hølir í Saltangará. Talan er um hølini hjá Nes Sóknar Handverkarafelagi á Heiðavegi 32.
Les meira her
08-01-2010: Nú kunnu føroyingar aftur luttaka á AMU-skeiðum
Á sumri 2007 boðaði danska undirvísingarmálaráðið frá, at ásetingarnar í donsku lógini um arbeiðsmarknaðarútbúgvingar ikki heimila føroyingum at luttaka á AMU-skeiðum. Hetta kom illa við hjá m.a. føroyskum fyritøkum, sum á hvørjum...
Les meira her
02-12-2009: Faklærd finna sær skjótast nýtt starv
Nýggj donsk greining vísir, at faklærd fólk eru skjótast um at finna sær nýtt starv eftir tey eru uppsøgd. Serstakliga er tað teirra fleksibulitetur, ið ger at tey faklærdu hava betri møguleika at finna nýtt starv.
Les meira her
02-12-2009: Tekniski Skúli í Klaksvík á vitjan hjá Smílist í høllini á Rituvíkshálsi
Næmingar frá Tekniska Skúla í Klaksvík, vóru á vitjan hjá Smílist á Rituvíkshálsi. Tekniski Skúlin hevur vitjanar sum ein lið av útbúgvingini fyri at geva næmingum innilit í ymsikum háttum at arbeiða sum handverkari, og hvat framtíðin hevur at bjóða.
Les meira og síggj myndir her
30-11-2009: Kollafjørð Pelagic letur upp av nýggjum
Hálvan desember letur uppisjóvarvirkið Kollafjørð Pelagic upp aftur av nýggjum. Niðurlendingar og føroyingar standa saman um verkætlanina.
Les meiri her
21-11-2009: Tekniski Skúli í Tórshavn 75 ár
Á almennari samkomu fríggjadagin 20. november 2009 varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at 75 ár eru liðin, síðani Havnar Handverksmeistarafelag tók stig til at seta á stovn Tekniska Skúla í Tórshavn.
Landsstýriskvinnan Helena Dam á Nestabø helt tá hesa røðu:
Les røðuna her
19-11-2009: Arbeiðsloysið í oktober mánaða var 4,4 prosent
Arbeiðsloysið var 4,4 prosent í oktober, og er hetta er ein vøkstur uppá 0,3 prosent stig. Árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið í september var 4,7 prosent. 714 mannfólk og 532 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í oktober.
Les meira her
17-11-2009: Lærlingatilgongdin fyri oktober 2009
Í oktober mánaða komu 10 lærusáttmálar inn til góðkenningar í Yrkisdeplinum, talið á lærusáttmálum higartil í ár er nú komi uppá 139 í mun til 292 sama tíðarskeið í 2008. Meira fæst at vita um lærlingatilgongdina seinastu árini við at fara undir útbúgvingartilgongdina í høgru síðu.
Kelda: Yrkisdepilin
11-11-2009: Arbeiðsfundur um nýggju gymnasialu skipanina
Mentamálaráðið hevur verið á fundi við
øllum skúlaleiðarum á miðnámsskúlunum, fyri at viðgera framtíðar bygnaðin miðnámsútbúgvingunum, har teir millum annað viðgjørdu nýggju breytaskipanina og skúladeplarnar.
Les meira her
10-11-2009: Tekniski Skúlin í Tórshavn 75 ár
Tað er áhugavert, at í dag, sama dagin sum Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur sín 75 ára føðingardag, - týsdagin tann 10. november 2009,- verður endaliga "kappingartilfarið" í sambandi við at byggja "Skúladeplin við Marknagil" handað skúlamyndugleikunum.
Les meira her
03-11-2009: 60 pst. av elframleiðsluni í oktober komu frá vatni og vindi
Nógv vatn var í SEV-byrgingunum í oktober, og hetta sást aftur í elframleiðsluni henda mánaðin. Samlaða elframleiðslan í oktober var eitt prosent lægri enn í sama mánaða í fjør. Framleiðslan í síðsta mánaða var 23.674 MWh ímóti 23.906 MWh í oktober í fjør.
Les meira her
02-11-2009: Viðvíkjandi frágreiðing frá landsgrannskoðaranum
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum staðfestir, at hann hevur endaligu ábyrgdina av Fíggjarmálaráðnum og øllum stovnum undir ráðnum. Tískil verður frágreiðingin frá landsgrannskoðaranum tikin í størsta álvara.
Les meira her
31-10-2009: Arbeiðsloysið í september mánaði var 4,1 prosent
Arbeiðsloysið er vaksið við 2,9 prosent stigum síðsta árið. Størsti vøksturin hevur verðið í Norðoyggjum har arbeiðsloysið nærum er trífalda síðan 1. juli 2008. Minsti vøksturin hevur verið í Suðuroy, har arbeiðsloysið er knappliga tvífalda.
Les meira her
28-10-2009: Landsstýriskvinnan valt umboð í Yrkisútbúgvingarráðið
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø hevur valt fýra umboð í Yrkisútbúgvingarráðið eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfeløgum.
Les meira her
27-10-2009: Hoyringssvar frá Føroya Handverkarafelag viðvíkjandi seinna uppskotinum til broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvinga
Til nýggja uppskotið er fyrst at siga, at tað er púra burturvið at sammeta okkara lærlingar við íslendskar og norskar lærlingar, vælvitandi at eingir føroyskir lærlingar fara til hesi londini at læra.
Les meira her
21-10-2009: Uppskotið um at lækka endurgjaldið til lærlingar afturtikið
Á tingfundinum í morgun klokkan 10, boðaði tingformaðurin, Hergeir Nielsen, frá, at tvey landsstýrisfólk hava tikið hvør sítt uppskot aftur.
Helena Dam á Neystabø hevur tikið uppskot nummar 36 aftur, sum viðvíkur at lærlingar fáa løn frá arbeiðsgevarunum, tá teir eru í skúla. Landið endurrindar 75% av lærlingalønini, samanborið við, at landið bert rindar øðrum næmingum lestrarstuðul í skúlatíðini. Við hesum lógaruppskotinum skuldi skipanin broytast frá lærlingaløn til lestrarstuðul frá 1. januar 2010, soleiðis at eisini lærlingar skuldu fáa lestrarstuðul sum aðrir skúlanæmingar í skúlatíðini.
Hitt uppskotið var nr.34 hjá Rósu Samuelsen um gjøld á eldraøkinum.
16-10-2009: Handverkslærlingar skulu ikki niður í løn
Føroya Handverkarafelag mótmælir harliga ætlaðu lógarbroytingini hjá Mentamálaráðnum at lækka lærlingalønina.
Les meira her.
12-10-2009: Broytingar í lønarviðurskiftum hjá lærlingum
Uppskot er lagt fyri tingið um at lærlingar skulu fáa lestarstuðul, og ikki løn, meðan teir eru í skúla.
Les meira her.
08-10-2009: Viðmerking til tað sum løgmaður segði um fakfeløgini
Tann 7. oktober brúkti Føroya løgmaður løgtingsins røðarapall til at langa út eftir fakfeløgunum. Evnið var lønarsteðgur, ið fagfeløgini ikki vildu taka undir við.
Les viðmerkingina her.
05-10-2009: Yvirlýsing frá fagfeløgunum
Eftirlýsing – vælferðarsamfelagið Føroyar! Les meira við at klikka á leinkjuna: Yvirlýsining.pdf
28-09-2009: Lønarhækkan
Tann 1. oktober 2009 hækkar sveinalønin 2,45kr og verður tá 120,72kr
Eisini hækkar eftirlønin við 1% og verður tá 13% av lønini.
Hjá lærlingum hækkar eftirlønin við 1% og verður tískil 7,5%.
07-02-2009: Nes Sóknar Handverkarafelag havt aðalfund
Nes Sóknar Handverkarafelag hevði ársaðalfund 5. februar. Undirtøkan var av tí mesta í fleiri ár. Møttir vóru 16 limir.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Sámal Hansen var afturvaldur, og nýggur nevndarlimur er Thomas Johannesen úr Æðuvík.
Nú manna hesir nevndina í Nes Sóknar Handverkarafelag:
Henry Olsen, formaður
Karl Magni Hammer, næstformaður
Thomas Johannesen
Sámal Hansen
Rasmus Magnussen
Eykalimir: Leivur Poulsen og Eyðun Kjeld, báðir úr Saltangará.
Skrivari: Herbert Olsen
06-01-2009: Samlagstryggingin bøtt
Samlagstryggingin, sum umfatar limir felagsins, er frá 1. januar 2009 broytt, so at hon nú eisini veitir útgjald, um hjúnafelagi ella sambúgvi hjá limi doyr. Henda upphædd er helvtin av tí sum limurin sjálvur er tryggjaður fyri. Upphæddin, um limur doyr, er hækkað úr 400.000 kr. upp í 500.000 kr. Hjúnafelagin ella sambúgvin er tí tryggjaður við 250.000 kr. í løtuni.
Víðkanin fevnir ikki um hættisliga sjúku hjá hjúnafelaga ella sambúgva. Framvegis er galdandi at um limur, ella barn hjá limi fær hættisliga sjúku, verður útgoldið ávikavist kr. 100.000 ella 60.000 kr.
Sí faldara, sum kunnar neyvari um tryggingarnar: SAMLAGSTRYGGING