Ávísar hættisligar sjúkur – enn betri
Kunningarskriv frá Lív

Vit vilja við hesum fegin boða frá, at okkara trygging “Ávísar hættisligar sjúkur” nú fevnir um fleiri sjúkur og er blivin enn betri fyri tykkara limir.

Hvør fær ágóðan

Allir limir hjá tykkum, ið hava tryggingina “Ávísar hættisligar sjúkur” fáa ágóðan av hesi broyting og hendir hetta sjálvvirkandi. Broytingin er galdandi pr. 01.01.2014.

Hvat merkir hetta

Broytingin merkir, at tryggingin hjá tykkara limum dekkar enn fleiri sjúkur enn áður, bæði hjá børnum og vaksnum. Kostnaðurin verður ikki ávirkaður av hesi broyting.

Listin er víðkaður við hesum sjúkum:

HS - børn

• Hjartaloku-skurðviðgerð (§ 9 D)
• Lívshóttandi óregluligur pulsur, við ísetan av ICD eind (hjartakvikli) (§ 9 E)
• Slag (heilabløðing/blóðtøppur íheilanum) (§ 9 G)
• Bjølgar á lívæðrum í heilanum (innanskalla sakkulat aneurisma), æðraavskapan í heilanum (AV-malformation) ella kavernøst (poknut) angiom í heilanum (§ 9H) Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu (§ 9 I)
• Disseminerað sclerosa (§ 9 J)
• Flutningur av størri yrkisgøgnum (§ 9 P)
• Fylgir eftir bruna í heila- ella heilaserki (§ 9 W)
• Týðandi brunaskaðar (ambustio) (§ 9 X)
• Hjartasjúka, ið krevur skurðviðgerð (§ 9 Z)
• Histiocytosir og fibromatosir (§ 9 Æ)

HS - Vaksin

• Trá (kronisk) hjartasviknan við svárum ella týðandi sjúkueyðkennum og minkaðum virkisførleika

Broytingar annars

• Sjúkur, ið umfata vøddasvinn og krabbamein eru víðkaðar
• Treytirnar viðvíkjandi ICD-eind eru linkaðar, men eru nú tengdar at blóðtøppi í hjartað (B) og bypass (C).
• Børn eru nú tryggjaði frá føðingardegnum.

Á heimasíðu okkara kunnu tit finna dagførdan lista yvir okkara “Ávísar hættisligar sjúkur”

- Lív