Norðurlendska tvískattaavtalan kannast

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur hitt norðurlendsku starvsbrøður sínar á fundi í Oslo hósdagin 31. oktober. Vertur fyri fundinum var svenski fíggjarmarknaðarráðharrin Peter Norman.

Millum málini á skránni var ynski frá føroyska fíggjarmálaráðharranum um endurskoðan av Norðurlendsku tvískattaavtaluni. 

Føroyski fíggjarmálaráðharrin vísti á demografisku trupulleikarnar hjá londinum ímun til norðurlendska tvískattasáttmálan. Hann vísti eisini á, at sáttmálin er í andsøgn við norðurlendsku vælferðarskipanina. Í Norðanlondum verða veittar ein røð av skattafíggjaðum tænustum til borgarnar. Hinvegin sigur Norðurlendski sáttmálin, at skatturin skal falla, har persónurin arbeiðir og ikki har hann býr. 

Jørgen Niclasen, vísti á seravtaluna, sum Svøríki og Danmark hava gjørt um Oyrasund. Har eru nógvir borgarar, sum arbeiða í Keypmannahavn og búgva í Malmø. Har er avtalað, at persónarnir rinda skatt í Danmark, men at partur av skattinum verður endurgoldin til Malmø. 

Eftir orðaskiftið var avgjørt, at norðurlendska ráðharraráðið skal gera eina greining, sum lýsir trupulleikan. Hetta fyri betur at kunna taka støðu til broytingar. 

Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benadiktsson hevur í dag yvirtikið formansskapin í ráðharraráðnum. Eftir innbjóðing frá Jørgen Niclasen kemur Bjarni Benadiktsson til Føroya í morgin á vitjan. Avtalað er at umrøða framhaldandi arbeiðið við Norðurlendsku tvískattaavtaluni á fundi teirra millum í Gásadali í morgin. 

Onnur mál á fundinum vóru m.a. búskaparliga gongdin, bústaðarmarknaðurin og ungdómsarbeiðsloysi. 
Ráðharrarnir staðfestu, at tekin eru um eina jaligari búskaparliga gongd í øllum teimum norðurlendsku búskapunum.

Viðvíkjandi bústaðarmarknaðinum var ásannað, at avbjóðingarnar eru ymiskar frá landi til land, men tað hevur týdning, at hvørt einstakt land tekur neyðug stig til at tryggja stabilitet á økinum. 


Á fundinum var eisini framlagt granskingarúrslit um umdómsarbeiðsloysið. Granskingin vísti, at tað, sum hevur stórst týdning fyri at fáa ung í arbeiði er sunnur búskapur. Eftir tað kemur flexibilitetur og útbúgving. Serliga ung við vinnuligum útbúgvingum eru skjótast á arbeiðsmarknaðinum. Granskingin vísir eisini, at tað hevur týdning, hvussu munurin er á ALS-útgjaldi og arbeiði. Um lítil munur er, so gongst verri at fáa ung á arbeiðsmarknaðin. 
Fíggjarmálaráðharrarnir vóru samdir um, at teir í heimlandinum vildu brúka hesi granskingarúrslit til politisk átøk, sum kunnu gagna teimum ungu og samfelagnum. 


Fíggjarmálaráðið, 31. Oktober 2013