Fakfeløgini vilja keypa Føroya Lívstrygging

Undirritaðu fakfeløg hava latið eitt boð inn til Vinnumálaráðið, at keypa Føroya
Lívstrygging. Eftir at BankNordik og Ognarfelagið samdust um, at keypið
ikki gjørdist veruleiki, stóð møguleikin opin hjá fakfeløgunum at leggja boð
inn. Hetta er ein upplagdur møguleiki, tí fakfeløgini við sínum umleið 10.000
pensjónstakarum eru størsti partur av grundarlagnum undir Føroya Lívstrygging.

Endamálið við keypinum er, at tryggja limunum eina so góða pensjónsavtalu,
sum til ber. Feløgini hava lagt dent á, at limirnir koma at fáa eitt so lágt
umsitingargjald sum gjørligt, og at Føroya Lívstrygging við tíðini verður ment til
ein nútímans pensjónskassa; - ein samfelagsbyggjandi grunn, sum kann gera
íløgur í føroyska samfelagið. Samstundis skulu limirnir fáa eina so góða eftirløn,
sum til ber.

Nevndirnar í niðanfyri nevndu fakfeløgum hava boðið 35 milliónir fyri Føroya
Lívstrygging. Feløgini meta keypið vera eina góða og trygga íløgu, samstundis
sum tað er eitt stórt framstig fyri fakfelagsrørsluna og føroyska samfelagið,
tí ein størri partur av samlaðu pensjónsuppsparingini kann koma føroyska
samfelagnum til gagns.

Umframt nevndu fakfeløg, stendur eisini øðrum fakfeløgum í boði at koma við.
Nøkur av teim fakfeløgum, hvørs eftirlønir og tryggingar eru uttanlands, eru eisini
við í boðnum. Privatu pensjónstakararnir fara framhaldandi vera ein týðandi
partur av Føroya Lívstrygging, og fara at fáa eins góðar ella betri treytir enn
higartil.

Hesi fakfeløg standa aftan fyri boðið:

Starvsmannafelagið
Føroya Handverkarafelag
Maskinmeistarafelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Bioanalytikarafelagið
Ljósmøðrafelag Føroya
Ergoterapeutfelag Føroya
S&K-felagið
Føroya Pedagogfelag,
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Heilsurøktarfelagið
Fysioterapeutfelag Føroya
Kost- og Føðslufelag Føroya
Heilsuhjálparafelag Føroya
Føroya Byggifrøðingafelag
Musikklærarafelag Føroya
Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara
Arkitektafelag Føroya
Føroya Magistarafelagið
Føroya Tekniska Lærarafelag
Lærarafelag Handilsskúlans
Føroya Verkfrøðingafelag
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið