Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt semju við
handverkarafeløgini

Fíggjarmálaráðið: Semja er í dag gjørd millum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og hinumegin Føroya
Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna:

1. Sáttmálaskeið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2011 til 1. oktober í 2013.

2. Lønarhækkanir
Tann 1. oktober í 2011 hækka allar mánaðarlønir 220 kr., og tann 1. oktober í 2012 hækka tær aftur
220 kr.

3. Aðrar broytingar
Inn verður sett nýggj grein:
§ 7 a. Vaktarskylda
Tá ið handverkari verður settur í starv ella er í starvi, sum fevnir um ávísa vaktarskyldu ella ávísa
telefonvakt, skal avtala verða gjørd um, hvørja samsýning, handverkarin skal hava. Samsýningin
kann vera veitt sum løn ella sum avspákan. Tá ið mett verður um samsýningina, verður tikið við alt
tað, sum hevur týdning, so sum, hvat verður kravt av handverkaranum, hvussu ofta nakað kemur
fyri, og tradisjónirnar í fakinum. Slíkar avtalur verða at senda Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum til
góðkenningar. Henda áseting kemur í gildi frá 24. apríl 2012 at rokna.

Í grein 3 verður sett inn nýtt stk. 5, ið er soljóðandi: Handverkari, sum er leiðari hjá øðrum
handverkarum, verður løntur við einari løn, sum svarar til 6 eyka stig í lønartalvuni, sí hesa.

4. Ígildiskoma

§ 23 verður soljóðandi: Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. oktober í 2011, og báðir partar kunnu siga
hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. oktober í 2013.

5. Dagføring
Lønartalvan er dagførd eftir omanfyristandandi.

Á Argjum tann 24. apríl í 2012
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Fíggjarmálaráðið