Lønar- og skattgjaldingar metstórar higartil í ár

Fyrsti ársfjórðingurin í 2010 setir met, tá ið tað snýr seg um lønar- og skattgjaldingar. Fyrsta ársfjórðingin í ár vóru goldnar 1 mia. og 983 mió. kr. í lønum, arbeiðsloysisstuðli og ymsum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Hetta er 4,1% meira enn 1. ársfjórðing í fjør, og tað mesta, sum nakrantíð er útgoldið umvegis a-skattaskipanina ein 1. ársfjórðing. 

Sama ger seg galdandi fyri lands- og kommunuskattirnir, sum eisini seta met 1. ársfjórðing í ár. Fyrstu tríggir mánaðirnar í ár eru goldnar 358 mió. kr. í landsskatti og 334 mió. kr. í kommunuskatti. Hetta hevur givið 5,3% meira í landskassan í landsskatti og 6,4% meira í kommunukassarnar í kommunuskatti, samanborið við somu tíð í fjør.

Gongd er eisini komin í privata eftirspurningin, sum hevur verið størri 1. ársfjórðing í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta sæst serliga aftur í søluni av nýggjum bilum, sum higartil í ár hevur verið 50% størri enn somu tíð í fjør, tá bilasølan var tann lægsta í hesi øldini. Enn sæst vøksturin í privata eftirspurninginum ikki serliga væl aftur í byggivinnuni, men virksemið í byggivinnuni fer væntandi at økjast komandi mánaðirnar.
pdf Samanberingarnar síggjast við at trýsta her
pdf Seinastu 12 mánaðirnir trýst her
pdf Seinastu 6 mánaðirnir trýst her
pdf Innflutningsavgjøldini síggjast við at trýsta her
pdf Umsetningsavgjøldini síggjast við at trýsta her