Føroya Handverkarafelag havt aðalfund

Føroya Handverkarafelag hevði aðalfund á Tekniska skúla í Klaksvík leygardagin 27. mars 2010. Øll limafeløgini vóru møtt. Orðstýrari á fundinum var Hans Eli Hansen

Formaðurin hevði frágreiðing frá starvi felagsins í farna ári. Formaðurin vísti á, at arbeiðsloysið var vaksið sera nógv tað seinasta árið, og var tað nú vorðið 5,6%.

Á sumri 2007 boðaði danska undirvísingarmálaráðið frá, at ásetingarnar í donsku lógini um arbeiðsmarknaðarútbúgvingar ikki heimilaðu føroyingum at luttaka á AMU – skeiðum. Hetta kom hettar illani við hjá føroyingum

Nú er so nýggj lóg við tilhoyrandi kunngerðum komin í gildi 1. januar í ár, og heimilar nýggja lógin, at føroyingar nú aftur kunnu luttaka á AMU – skeiðum. Tó er tann broytingin í mun til áður, at føroyingar nú skulu gjalda fyri at luttaka.

Vil man hava meira at vita, kann man fara á heimasíðuna www.efterudannelse.dk ella www.ug.dk

Samlagstryggingin er hækkað fyrsta januar í 2010, soleiðis at nú fær tann eftirsitandi 500 túsund, um limur doyr. Um kona ella sambúgvi doyr, fær limur 250 túsund. Um limur fær eina álvarsliga sjúku fær man 100 túsund. Um barn hjá limi fær eina álvarsama sjúku fær man 60 túsund. Og sum nakað nýtt er ein lokaupphædd komin inn uppá 100 túsund, sum verður útgoldin, tá ið man verður 67 ár. Treytin er, at man hevur veri 10 ár limur í felagnum. Um limur ynskir at fáa peningin út áðrenn, kann hann fáa 1/8 av upphæddini útgoldna fyri hvørt ár eftir, at man er filtur 60 ár. Við hesi hækking er mánaðargjaldið vorðið 295 kr. Eg havið tosað við LÍV, og verður tað soleiðis, at frameftir skulu teir boða Taks frá, hvussu nógv teir hava tikið av til samlagstrygging.

Sáttmálarnir ganga úr í ár, og er ætlanin at siga allar sáttmálarnir upp til at fara úr gildi 1. oktobur.

Í stjórnini eru Suni Simonsen fyri Vestmanna Handverkarafelag, Poul Øregaard fyri Norðstreymoyar Handverkarafelag, Jákup Eliassen fyri Fuglafjarðar Handverkarafelag, Poul Jóhannus Svabo fyri Vága Handverkarafelag, Páll Gunnar Poulsen fyri Klaksvíkar Handverkarafelag, Karl Magni Hammer fyri Nes Sóknar Handverkarafelag og Magnus á Stongunum fyri Atlantic Workers Union. Formaður er Henry Olsen.

Báðir starvsnevndarlimirnir stóðu fyri vali, og vóru teir báðir afturvaldir.

Í starvsnevndini eru:
Henry Olsen, formaður
Suni Simonsen, næstformaður
Poul Øregaard, starvsnevndarlimur