60% av elframleiðsluni í oktober komu frá vatni og vindi

SevSEV: Nógv vatn var í SEV-byrgingunum í oktober, og hetta sást aftur í elframleiðsluni henda mánaðin. Samlaða elframleiðslan í oktober var eitt prosent lægri enn í sama mánaða í fjør. Framleiðslan í síðsta mánaða var 23.674 MWh ímóti 23.906 MWh í oktober í fjør.

Tað skrivar SEV á síni heimasíðu vísandi til tøl frá framleiðsludeildini hjá SEV.

- Elframleiðslan í meginøkinum fall 2,3 prosent í oktober samanborið við sama mánaða í fjør, meðan framleiðslan í Suðuroy var heili 14,5 prosent hægri enn í fjør - 2225 MWh í oktober í ár ímóti 1943 MWh í oktober 2008.

- Higartil í ár hevur samlaða elframleiðslan verið 0,1 prosent minni enn somu tíð í fjør - 225.355 MWh tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár ímóti 225.539 MWh somu mánaðir í fjør.

- Framleiðslan í meginøkinum hevur verið 0,8 prosent minni higartil í ár enn somu tíð í fjør. Hinvegin hevur framleiðslan í Suðuroy verið 7,4 prosent hægri enn tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

- Í 12 mánaðarskeiðnum 31. oktober í fjør til 1. november í ár hevur samlaða elframleiðslan verið 0,4 prosent hægri enn í sama 12 mánaðarskeiði frammanundan.

- Sambært nýggjastu hagtølunum stavaðu góð 60 prosent av elframleiðsluni í oktober frá vatn- og vindorku (ávikavist 54 og 6,4 pst.).

- Higartil í ár hevur grøni parturin av framleiðsluni verið sløk 37 pst. ella nett tað sama sum somu tíð í fjør. Í 12 mánaðarskeiðnum frá 31. oktober í fjør til 1. november í ár stavaðu 39 pst. av framleiðsluni frá vatni og vindi. Tað er eisini tað sama sum í 12 mánaðarskeiðnum frammanundan, skrivar SEV á síni heimasíðu.

Kelda: www.sev.fo